Gå videre til hovedindholdet

Krákufótur

Minnast tit hvussu man ger krákufót?

Vit hava roynt okkum í vikuskiftinum – og ergomamman fekk eyguni upp fyri hvussu mennandi hetta spælið er.
Við hesum spølum verður man varigur við hvønn fingur, eyga/hond samstarvið

verður stimbrað, følisansurin bombarderaður og mangt, mangt annað, sum vit royna at stimbra við nýmótans spølum :) So eg haldi avgjørt at vit skuldu fingið hesi spøl innaftur í barnsins gerandisdag.


Kommentarer

Populære opslag fra denne blog

At skilja atburðin

At skilja atburðin, hjá okkara børnum, krevur ofta nógv - tí atburðurin hjá okkum øllum, hongur saman við sansunum. Ígjøgnum sansirnar uppliva vit umheimin. Vit síggja, hoyra, lukta, smakka, balansera, føla, og vita hvar vit eru. Ígjøgnum sansirnar leggja vit tilrættis, hvussu vit skulu bera okkum at. Børn sum eru sart, “ikki tola ljós”, “halda seg fyri oyruni”, “sova illa”, ”lukta ov nógvar luktir”, “eru kræsin”, “eru klossut”, “tola ikki nerta við”, “klára ikki miðsavna seg”, kunnu hava trupulleikar, við at leggja tað til rættis, sum tey uppliva, gjøgnum sínar sansir. Børn mennast ymiskt, men tá ið barnið verður tarnað í aktiviteti, læru og trivnaði, tá er tað, at vit skulu blanda okkum uppí. Um tú ivast, um títt barn, er tú vælkomin at seta teg í samband við meg.

Í bø eg gangi

- stimbra fínmotorikkin -  farið og henti  blómur - hetta stimbrar bæði greb og kraftina í hondini. eyga/hond samstarvið verður stimbra, tí vit eru noydd til at hyggja eftir, hvar hondin fer.  Vit mugu hyggja eftir, um hon tekur í tí blómuna vit hava valgt. Húðsansuin verður eisini stimbraður,   tí vit merkja blómurnar og grasið luktisansurin og eygað verður eisini stimbra  og vit fáa eitt ❤ sum verður í góðum lag.   Í bø eg gangi tá blómur spretta,  eg gleðist yvir at skjótt er vár –  tá kemur til mín ein lítil genta,  ein søtur ungi um fimm seks ár.  Hon sóljutyssi í hondum hevur,  tann fyrsta heilsan frá vársins tíð,  hon møtir mær sum ein vin, hon kennir,  so hjartans fegin hon smílist blíð. Hon spyr meg barnsligt, um eg vil fá tær,  hon hevur heintað tær stutt herfrá,  og um eg vil,  so bert fegin tak tær,  tvey eygu siga so klár og blá.  So stóru gávu ei nakar gav mær,  sum hendan hondin við boð um vár,  eg