Gå videre til hovedindholdet

Samband

Eg eiti Olga K Skorastein, 
og búgvi í Leirvík. 

Eg eri ergoterapeutur og instruktør í Stimulastik.
Tlf nr 59 20 41
teldupostadressa:
ergoterapi@outlook.com 

Eg eri útbúgvin sum proffessionsbachelor í ergoterapi í 2002

Frá 2004 havi eg av og á starvast sum – sjálvstøðugur barnaergoterapeutur.

Frá 2006 – havi eg burturav starvast við børnum, og eg havi arbeitt sum ergoterapeutur á einum barnagarði. 

 Ergoterapeutisk viðkomandi skeið eg havi verið á

1998: Teknmál fyri deyv (kvøldskúli)
2003: Foot
2004: Sanseintegration (Vaksin)
2004: Karlstadmodellen
2005: Demensskeið (við Jane Verity)
2005: Sanseintegration (Børn)
2007: MAP test
2007: Børn við empatiórógvi á dagstovnum – ein avbjóðing ella ein byrða
2008: Sensory profile
2009: Tann góða COPM samrøðan
2009: Autisma, ADHD og tilknýtistrypulleikar (við Christopher Gillberg professara)
2009: IKT – (teori)
2010: IKT
2011: teknmál (1dag)
2012: Instruktør í Stimulastik
2014: OTIPM (Occupational Therapy Intervention Process Model) OTIPM er ein frymil, sum lýsir mannagongdina í tí ergoterapeutiska arbeiðinum. 
2014: Ergoterapeutiskar eygleiðingar: Motoriskar og processmæssigar (AMPS) Økja um tilvitanina hjá ergoterapeutinum, tá hann eygleiðir persónar í aktiviteti. 
2014: Ergoterapeutiskar eygleiðingar: Socialar, interaktivar og kommunikativar (ACIS) Økja um tilvitanina hjá ergoterapeutinum, tá hann eygleiðir persónar í aktiviteti. 
2015: Autismuráðstevna 
2016: Skeið í Dysfagi á Landssjúkrahúsinum. 
2016: ADHD ráðstevnan 
2016: havi tikið modul eitt av Sanseinstruktør 
2017: Behandling af sansemæssige spiseproblemer 


Tá lækni hevur ávíst borgara til viðgerð hjá ergoterapeuti, letur Heilsutrygd ískoyti til viðgerðina. 
Ískoytið, sum Heilsutrygd veitir, er 50% av kostnaðinum. 


Heilsutrygd     254,36kr 
+borgari          254,36kr 

=                          508,73 kr


Konsulentviðbót, er kr. 341,02 um tíman



Spyr um tú ivast:

Olga K Skorastein
Tlf nr 59 20 41
teldupostadressa:

ergoterapi@outlook.com

Kommentarer

Populære opslag fra denne blog

At skilja atburðin

At skilja atburðin, hjá okkara børnum, krevur ofta nógv - tí atburðurin hjá okkum øllum, hongur saman við sansunum. Ígjøgnum sansirnar uppliva vit umheimin. Vit síggja, hoyra, lukta, smakka, balansera, føla, og vita hvar vit eru. Ígjøgnum sansirnar leggja vit tilrættis, hvussu vit skulu bera okkum at. Børn sum eru sart, “ikki tola ljós”, “halda seg fyri oyruni”, “sova illa”, ”lukta ov nógvar luktir”, “eru kræsin”, “eru klossut”, “tola ikki nerta við”, “klára ikki miðsavna seg”, kunnu hava trupulleikar, við at leggja tað til rættis, sum tey uppliva, gjøgnum sínar sansir. Børn mennast ymiskt, men tá ið barnið verður tarnað í aktiviteti, læru og trivnaði, tá er tað, at vit skulu blanda okkum uppí. Um tú ivast, um títt barn, er tú vælkomin at seta teg í samband við meg.

Krákufótur

Minnast tit hvussu man ger krákufót? Vit hava roynt okkum í vikuskiftinum – og ergomamman fekk eyguni upp fyri hvussu mennandi hetta spæli ð er. Við hesum spølum verður man varigur við hvønn fingur, eyga/hond samstarvið verður stimbrað, følisansurin bombarderaður og mangt, mangt annað, sum vit royna at stimbra við nýmótans spølum :) So eg haldi avgjørt at vit skuldu fingið hesi spøl innaftur í barnsins gerandisdag.

Í bø eg gangi

- stimbra fínmotorikkin -  farið og henti  blómur - hetta stimbrar bæði greb og kraftina í hondini. eyga/hond samstarvið verður stimbra, tí vit eru noydd til at hyggja eftir, hvar hondin fer.  Vit mugu hyggja eftir, um hon tekur í tí blómuna vit hava valgt. Húðsansuin verður eisini stimbraður,   tí vit merkja blómurnar og grasið luktisansurin og eygað verður eisini stimbra  og vit fáa eitt ❤ sum verður í góðum lag.   Í bø eg gangi tá blómur spretta,  eg gleðist yvir at skjótt er vár –  tá kemur til mín ein lítil genta,  ein søtur ungi um fimm seks ár.  Hon sóljutyssi í hondum hevur,  tann fyrsta heilsan frá vársins tíð,  hon møtir mær sum ein vin, hon kennir,  so hjartans fegin hon smílist blíð. Hon spyr meg barnsligt, um eg vil fá tær,  hon hevur heintað tær stutt herfrá,  og um eg vil,  so bert fegin tak tær,  tvey eygu siga so klár og blá.  So stóru gávu ei nakar gav mær,  sum hendan hondin við boð um vár,  eg