Gå videre til hovedindholdet

Sensory Profile


Sensory profile er eitt spurnarskema, sum foreldur og stovnur svara uppá. Mett verður um, hvussu barnið upplivur ávirkanina á sansirnar.
Sensory Profile gevur eina mynd, hvussu barnið uppfatar, brúkar og reagerar uppá sansaupplivingar og sensoriskar upplivingar í gerandisdegnum. Spurnarskemaið verður uppgivið í “4 kvadrantir”. “Nedsat registrering”, “Sensorisk følsom”, “Sensorisk skyhed” og “Sansesøgende”.
Tað er vanligt at tað er munur á hvussu man reagerar heima og á stovninum, tí tað er munur á avbjóðingunum sum man fær.

Út frá spurnarbløðunum sæst, hvørjar avbjóðingar, barnið hevur og tað sæst eisini, at hvørjar sterkar síður barnið hevur. Tað er týdningarmikið at finna útav hvat “triggar” barnið og hvat skal til soleiðis at barnið fær haft ein hóskandi atburð. Eingin er líka, og eingin av okkkum sansar líka. Vit kunnu broyta og tilpassa umhvørvið soleiðis at barnið fær fungera best í gerandisdegnum.

Eg taki millum 3 og 5 tímar at gera spurnablaðið upp.

Kommentarer

Populære opslag fra denne blog

At skilja atburðin

At skilja atburðin, hjá okkara børnum, krevur ofta nógv - tí atburðurin hjá okkum øllum, hongur saman við sansunum. Ígjøgnum sansirnar uppliva vit umheimin. Vit síggja, hoyra, lukta, smakka, balansera, føla, og vita hvar vit eru. Ígjøgnum sansirnar leggja vit tilrættis, hvussu vit skulu bera okkum at. Børn sum eru sart, “ikki tola ljós”, “halda seg fyri oyruni”, “sova illa”, ”lukta ov nógvar luktir”, “eru kræsin”, “eru klossut”, “tola ikki nerta við”, “klára ikki miðsavna seg”, kunnu hava trupulleikar, við at leggja tað til rættis, sum tey uppliva, gjøgnum sínar sansir. Børn mennast ymiskt, men tá ið barnið verður tarnað í aktiviteti, læru og trivnaði, tá er tað, at vit skulu blanda okkum uppí. Um tú ivast, um títt barn, er tú vælkomin at seta teg í samband við meg.

Krákufótur

Minnast tit hvussu man ger krákufót? Vit hava roynt okkum í vikuskiftinum – og ergomamman fekk eyguni upp fyri hvussu mennandi hetta spæli ð er. Við hesum spølum verður man varigur við hvønn fingur, eyga/hond samstarvið verður stimbrað, følisansurin bombarderaður og mangt, mangt annað, sum vit royna at stimbra við nýmótans spølum :) So eg haldi avgjørt at vit skuldu fingið hesi spøl innaftur í barnsins gerandisdag.

Í bø eg gangi

- stimbra fínmotorikkin -  farið og henti  blómur - hetta stimbrar bæði greb og kraftina í hondini. eyga/hond samstarvið verður stimbra, tí vit eru noydd til at hyggja eftir, hvar hondin fer.  Vit mugu hyggja eftir, um hon tekur í tí blómuna vit hava valgt. Húðsansuin verður eisini stimbraður,   tí vit merkja blómurnar og grasið luktisansurin og eygað verður eisini stimbra  og vit fáa eitt ❤ sum verður í góðum lag.   Í bø eg gangi tá blómur spretta,  eg gleðist yvir at skjótt er vár –  tá kemur til mín ein lítil genta,  ein søtur ungi um fimm seks ár.  Hon sóljutyssi í hondum hevur,  tann fyrsta heilsan frá vársins tíð,  hon møtir mær sum ein vin, hon kennir,  so hjartans fegin hon smílist blíð. Hon spyr meg barnsligt, um eg vil fá tær,  hon hevur heintað tær stutt herfrá,  og um eg vil,  so bert fegin tak tær,  tvey eygu siga so klár og blá.  So stóru gávu ei nakar gav mær,  sum hendan hondin við boð um vár,  eg