Gå videre til hovedindholdet

Hugskot til stimbran


Her eru nógv hugskot, sum eg havi samlað, millum ár og dag, til 

andlits og munnvenjingar, og 

longri niðri á síðuni, til stimbran av hondunum

Vel út og skift so um. 

Ikki gera alt samstundis :) 

og minnist til - at øll duga ikki alt! - men øll duga okkurt!


Tungu-venjingar 

Tungu-venjingar venja rørslurnar hjá tunguni.


  • Slikka t.d nuggeline ella joghurt av varrunum.
  • Slikka t.d. nuggeline ella joghurt aftanfyri framtennirnar.
  • Slikka slikkipinn ella ís.
  • Tak poppcorn, cornflakes ella líknandi upp við tunguni.
  • Royn at fáa tunguna skiftivís at náa nøsina og høkuna.
  • Royn at fáa tunguna at slikka runt varrarnar.
  • Royn at fáa tunguna skiftvís at náa høgra og vinstra oyra.
  • Tungan skal reinsa uttaru- og síðani innaru síðuna av tonnunum.
  • Tungan skal gera eina rullu (øll fólk duga ikki hetta!).
  • Koyr tunguna skiftivís út í høgra og vinstra kjálka, sum um tú hevur eitt stórt bomm í kjálkanum.
  • “Klikka” við tunguni.
  • Syng “tra-la-la-la-la-la” (ger nógv av)
  • Sig ”rrrrrrrrrrrrr”

 

Súgvi-venjingar

Súgvi-venjingarnar venja musklarnar sum lata munnin aftur, tunguna og eisini tað at vit svølgja.

  • Sutta ísterning.
  • Brúka ymisk súgvirør allar longdir og tjúgdir til at súgva: saft/vatn, yoghurt, milkshake, softice.
  • Súgv t.d. pappír, silkipappír, kliptar figurar o.a. upp við súgvirøri og flyt tey.


Tyggivenjingar

Tyggivenjingar venja allar musklarnar í munninum.
  • Tygg/et gularrót, súrepli ella knekkbreyð.
  • Tygg tyggigummi. 
    • tygg tað saman.
    • smaska nógv meðan tú tyggir.
    • trýst tað flatt við varrunum.
    • ger tyggigummið til eina kúlu – brúka tunguna.
    • rulla tað, við tunguni, til eina slangu.
    • ger tað til eina pannukøku – trýst tað við tunguni undir góman.
    • trýst tunguna í gjøgnum tyggigummið, meðan tú heldur tyggigummiinum føstum millum tennirnar.
    • ger bløðrur.
    • legg tyggigummið (við tunguni) undir tunguna.
    • finnið sjálvi uppá =)



Blási-venjingar

Blásivenjingar venja serliga musklarnir í og rundan um munnin, og eisini tað at anda út.

  • Blás luft í kjálkarnar – hald luftini so leingi tú kann, flyt síðani luftina frá kjálka til kjálka.
  • Blás fjarðar, vatt, bóltar.
  • Blás stearinljós.
  • Blás í vatn, mjólk, sápuvatn ígjøgnum súgvirør.
  • Blás sápublørður.
  • Blás í ballón.
  • Blás serpentiner.
  • Blás tyggigummi blørður.
  • Ymiskar floytir.
  • Anda á spegl.
  • Spæl á kamb.


Varravenjingar

Varravenjingarnar venja og styrkja varrarnar.


  •   Indianaraljóð (klappa varliga á munnin hjá barninum ímeðan barnið sigur eitt langt ljóð) ger tað sama á tín egna munn.
  • Tá ið barnið sigur ljóð við afturlatnum munni, trýst undirvørruna niður soleiðis at hon fer uppaftur av sær sjálvum.
  • Sig “brrrr” og fá varrarnar at vibrera skjótt, fá barnið at gera tað sama.
  • Tak rosinur/piparnøtur/smarties ella annað upp við varrunum og tygg.
  • Et “lissur” við varrunum, og hav hendurnar á rygginum.
  • Lat munnin aftur, og smíl – heilt aftur til oyruni.
  • Spíska munnin – sum tá ið tú floytar.
  • Floyta.
  • Lat yvirvørruna goyma undirvørruna/ lat undirvørruna goyma yvirvørrina.
  • Goym báðar varrar.


Hugskot til stimbran av hondunum  


Brúk av báðum hondum

  •  Halda kasta og lofta stórar bóltar, sum krevja at man brúkar báðar hendur      
  • Spæla við leikur sum krevja at man brúkar báðar hendur t.d. hála sundur og byggja samanaftur (lego)
  • Tegna við fingur máling, el.l við báðum hondum
  • Rulla slangur og bóltar við gandadeiggj.
  • Rulla deiggj við bakirullu
  • Brúka hendurnar at gera rútmu. 
  • Klappa á lørini ella á ljóðføri.


Brúka báðar hendur – men ikki líka

  •            Skræða pappír
  •           Dribla ein bólt
  •            Gera rútmu við ljóðføri
  •            Klappa (klappispøl)


Bilateral - (onnur hondin ger arbeiðið)

  •  Skrúva lok av og á krukkum við ymiskum støddum
  •  Klippa við saksi
  •  Skriva tegna
  •  Viska við viskileguri
  •  Spíska blýantar
  •  Seyma
  •  Perla


Stabilitet í økslini

  •             Tekna á talvu
  •             Turka og vaska talvu ella vindeygu
  •             Hyggja sjónvarp meðan man liggur á búkinum, hvílandi á búkinum og ørmunum
  •             Ganga trillibøru
  •             Á búkinum á rullibretti hála seg fram
  •            Kasta bólt – (upp um høvdið við bóltinum)


Stimbra hondina (2 og 2 fingrar)

  •             Spæla við plantusprayara – har tummil, ringfingur og lítlifingur halda um fløskuna og peikifingur og longutong spraya – sproyta vindeygu, talvu borð el.l
  •             Spæla spæl har man brúkar pincet
  •             Spæla spæl har man brúkar klemmir
  • Gev barninum okkurt at klippa. Vegleið barnið at halda rætt í saksinum. Um barnið hevur trupult við at klippa eina linju , fýrakat ella runding, byrja við tí sum barnið klárar. 



skriva til mín, og sig hvat tú ynskir,
so sendi eg fegin ein fíl, sum tú kann printa út
ergoterapi@outlook.com


Kommentarer

Populære opslag fra denne blog

At skilja atburðin

At skilja atburðin, hjá okkara børnum, krevur ofta nógv - tí atburðurin hjá okkum øllum, hongur saman við sansunum. Ígjøgnum sansirnar uppliva vit umheimin. Vit síggja, hoyra, lukta, smakka, balansera, føla, og vita hvar vit eru. Ígjøgnum sansirnar leggja vit tilrættis, hvussu vit skulu bera okkum at. Børn sum eru sart, “ikki tola ljós”, “halda seg fyri oyruni”, “sova illa”, ”lukta ov nógvar luktir”, “eru kræsin”, “eru klossut”, “tola ikki nerta við”, “klára ikki miðsavna seg”, kunnu hava trupulleikar, við at leggja tað til rættis, sum tey uppliva, gjøgnum sínar sansir. Børn mennast ymiskt, men tá ið barnið verður tarnað í aktiviteti, læru og trivnaði, tá er tað, at vit skulu blanda okkum uppí. Um tú ivast, um títt barn, er tú vælkomin at seta teg í samband við meg.

Krákufótur

Minnast tit hvussu man ger krákufót? Vit hava roynt okkum í vikuskiftinum – og ergomamman fekk eyguni upp fyri hvussu mennandi hetta spæli ð er. Við hesum spølum verður man varigur við hvønn fingur, eyga/hond samstarvið verður stimbrað, følisansurin bombarderaður og mangt, mangt annað, sum vit royna at stimbra við nýmótans spølum :) So eg haldi avgjørt at vit skuldu fingið hesi spøl innaftur í barnsins gerandisdag.

Í bø eg gangi

- stimbra fínmotorikkin -  farið og henti  blómur - hetta stimbrar bæði greb og kraftina í hondini. eyga/hond samstarvið verður stimbra, tí vit eru noydd til at hyggja eftir, hvar hondin fer.  Vit mugu hyggja eftir, um hon tekur í tí blómuna vit hava valgt. Húðsansuin verður eisini stimbraður,   tí vit merkja blómurnar og grasið luktisansurin og eygað verður eisini stimbra  og vit fáa eitt ❤ sum verður í góðum lag.   Í bø eg gangi tá blómur spretta,  eg gleðist yvir at skjótt er vár –  tá kemur til mín ein lítil genta,  ein søtur ungi um fimm seks ár.  Hon sóljutyssi í hondum hevur,  tann fyrsta heilsan frá vársins tíð,  hon møtir mær sum ein vin, hon kennir,  so hjartans fegin hon smílist blíð. Hon spyr meg barnsligt, um eg vil fá tær,  hon hevur heintað tær stutt herfrá,  og um eg vil,  so bert fegin tak tær,  tvey eygu siga so klár og blá.  So stóru gávu ei nakar gav mær,  sum hendan hondin við boð um vár,  eg