Gå videre til hovedindholdet

Opslag

ferðslu ruðuleiki

Sansaintegratión Tá ið sansaintegratiónin riggar sum hon skal, er tað sum, tá ið ein politistur                                                                             fær ferðsluna at koyra, sum hon skal.   Men um hann ikki dugir fata tað hann sær, ella ikki fær bestemma seg ,                                                                                             hvar hann skal koyra bilarnar so verður kaos  
Seneste opslag

proprioceptivi sansurin

Síðsta hugskotið -  í hesum umganginum - til at stimbra tann proprioceptiva sansin, er at eta okkurt sum er hart t.d. gularrót 

proprioceptivi sansurin

Eitt hugskot afturat til at stimbra tann proprioceptiva sansin er at spæla við modellerivoks, ella bolladeiggj, t.d. at rulla og trýsta tað saman. 

proprioceptivi sansurin

Tað eru nógv stuttlig hugskot og spøl sum ger at vit fáa trýst liðini saman. T.d. hetta hugskotið á mynduni, “at ganga sum ein bjørn”

Proprioceptivi sansurin

trampa, lyfta okkurt tungt, ella tyggja okkurt tungt.  hetta er tí at  Tann proprioceptivi sansurin skrásetur tað, sum hendur inni í kroppinum. Tí ber til at blunda og samstundis nerta við nøsina við einum fingri.  tað er tann proprioceptivi sansurin sum ger at vit vera rólig og klára at samla okkum um uppgávuna 

Hvat útloysir atburðin – í flokshølinum

Í einum flokshøli, eru nógvar upplýsingar til allar sansirnar.  Flestu børn megna hesar upplýsingarnar. Nøkur børn uppliva tó, at tey fáa ov nógva stimbran, ímeðan onnur uppliva, at tey fáa ikki nóg mikið av stimbran. Nøkur børn svara aftur, við einum atburði, sum kann virka, sum ein avbjóðing, fyri tey vaksnu. Her eru nøkur dømi um, hvat tað er, sum kann útloysa atburðin, grunda á tað sum barnið upplivir í flokshølinum -o - o - o - o - o Sjón Ljós sum sker í eyguni, glámlýsi Ljós sum skínur aftur t.d. frá skermi, talvu el.l Ljós sum sker í eyguni frá pappíri. Ov nógv at hyggja eftir, tekningar á veggnum, o.a. pynt Ov nógv ljós frá vindeygunum Um rúmið er ov myrkt,  Børn sum hava avbjóðingar við at viðgera hesa ávirkanina, vísa tað m.a. við at krympa eyguni saman, verja eyguni við hondini, grenja um ljósið, flyta seg burtur, lena seg fram, klára ikki sita í frið, blíva í ringum lag, klára ikki gera uppgávurnar lidnar, klára ikki skriva av frá talvuni, ven

Vit gleða okkum ímeðan vit telja dagar

Pinnar í epli. Míni "ergo-eygu" sóðu aftur møguleikan at stimbra eitt greb, nú vit fara at telja dagarnar, inntil vit fara at ferðast.  Øll kunnu vera við, at finna og velja tað rætta epli. Tá vit nerta við eplini, stimbra vit húðsansin. Og tað saman, tá vit pakka tað inn í stanniol. Tey størru børnini kunnu vera við at telja dagarnar og pinnarnar.  Og so er bara at sita og gleða seg, ímeðan tað minkar við pinnum í eplinum :)