Gå videre til hovedindholdet

Hvat útloysir atburðin – í flokshølinum

Í einum flokshøli, eru nógvar upplýsingar til allar sansirnar. 
Flestu børn megna hesar upplýsingarnar.
Nøkur børn uppliva tó, at tey fáa ov nógva stimbran, ímeðan onnur uppliva, at tey fáa ikki nóg mikið av stimbran. Nøkur børn svara aftur, við einum atburði, sum kann virka, sum ein avbjóðing, fyri tey vaksnu.
Her eru nøkur dømi um, hvat tað er, sum kann útloysa atburðin, grunda á tað sum barnið upplivir í flokshølinum

-o - o - o - o - o
Sjón
  • Ljós sum sker í eyguni, glámlýsi
  • Ljós sum skínur aftur t.d. frá skermi, talvu el.l
  • Ljós sum sker í eyguni frá pappíri.
  • Ov nógv at hyggja eftir, tekningar á veggnum, o.a. pynt
  • Ov nógv ljós frá vindeygunum
  • Um rúmið er ov myrkt, 
Børn sum hava avbjóðingar við at viðgera hesa ávirkanina, vísa tað m.a. við at krympa eyguni saman, verja eyguni við hondini, grenja um ljósið, flyta seg burtur, lena seg fram, klára ikki sita í frið, blíva í ringum lag, klára ikki gera uppgávurnar lidnar, klára ikki skriva av frá talvuni, venda høvdinum osv.
Hoyrn
  • Ljóðið, av floksfeløgum sum øll tosa samstundis
  • Ljóðið, av klokku sum gongur
  • Ljóðið, frá el-ljósi
  • Ljóðið frá telduni, tastaturi
  • Ljóðið av pappíri, t.d. tá blaða verður í eini bók
  • Ljóðið av blýanti/ penni 
  • Ljóðið av blýantspískara
  • Ljóðið av bakgrunds-tónleiki 
  • Ljóðini uttanfyri hølið
  • Ljóðið av skúlaklokkuni
  • Ljóðið frá hurðini, tá hon verður latin upp/aftur
  • Tað, at lurta eftir fleiri boðum
Børn sum hava avbjóðingar við at viðgerða øll ljóðini vísa tað m.a. við at halda fyri oyruni, skríggja, rópa, syngja, murra, flyta seg burtur frá støðuni, rýma, nokta at luttaka, klára ikki at fullføra uppgávuna, klára ikki at fylgja boðum sum eru givin til allan flokkin, blíva lætt órógvaði, tosa hart, gera óljóð alla tíðina osv.

Húðsansur
  • Varnast, tá man nemur lætt við, flokksfelagarnar tá man stendur í kø
  • Varnast, tá man nemur lætt við, flokksfelagarnar tá mann situr saman á gólvi/beinki
  • Føla undirlagið mann situr á, gólv/bonk/stól.
  • Merkja væl temperaturin í hølinum.
Børn sum hava avbjóðingar við tí tey nema við, vísa hetta m.a. við at tey klára ikki sita still á gólvinum, lena seg ímóti onkrum, spæla við hárið hjá floksfeløgum, trýsta onnur, klemma onnur, bíta, luttaka ikki, koma ov nær øðrum, turka sær ikki um munnin, dáma ikki blíva skitin, fanglast við okkurt, hava ófrið á sær. osv
Rørsla
  • Sita á gólvinum
  • Sita við borðið
  • Halda hendur og bein fyri seg sjálvan
  • Skiftið frá inni til út og umvent
  • Skiftið frá sita á gólv/bonki til at sita við borðið og umvent
Børn sum hava avbjóðingar við rørslu, vísa hetta m.a. við at rugga á stólinum, lena seg til síðuna, sparka undir stólin, stuðla høvdið við hondini, fanglast við ymiskt, nerta ov nógv við onnur børn, klára ikki skiftið ímillum aktivitetir, klára ikki fullføra uppgávurnar, sita samansokkin, brúka langa tíð at fylgja boðunum, vera skjótt órógvaði, renna ístaðin fyri at ganga, detta av stólinum osv
Muður
  • Blýantar o.a.
  • Máling, lím o.a
Børn sum hava avbjóðingar við munninum vísa hetta við at grísla tenn, bíta í klæðir, bíta í blýantin, býta onnur børn, slikka ting mann ikki kann eta, gera óljóð við munninum osv.
Luktisansur
  • Shampo-luktur frá øðrum børnum 
  • Skolimiddel/sápa í klæðunum hjá øðrum
  • Perfuma hjá lærara
  • Matpakkin hjá øðrum børnum/ella teirra egni matpakki
  • Lím, máling o.a
  • Angi av kaffi/the 
  • Sápa sum er brúkt at vaska borð o.a við
Børn sum hava avbjóðingar við lukti, vísa hetta m.a. við at lukta óvannliga nógv til ymiskar lutir, sleppa sær undan ymiskum virksemi, hava ringt við at sita hjá øðrum børnum, hava ringt við at gera uppgávir lidnar, vera lætt avleidd.
- o – o – o -
Børn sum sansa nógv, vísa hetta, við at svara aftur við nógvum verjustøðum. Teirra aftursvar er at tey vísa ótta, eru stríðshugaði, og flýggja 
Børn sum sansa ov lítið, virka dovin, ómotiveraði, og tvør. Ofta hava júst hesi børn brúk fyri nógvari ávirkan, oftari enn onnur børn.
-o – o – o - 
Eingin er líka og børn mennast ymiskt – men ivast tú, um títt barn mennist sum tað skal, er tú vælkomin at seta teg í samband við meg. Ergoterapi í Eysturoy, tlf 592041
o - o - o

Kommentarer

Populære opslag fra denne blog

At skilja atburðin

At skilja atburðin, hjá okkara børnum, krevur ofta nógv - tí atburðurin hjá okkum øllum, hongur saman við sansunum. Ígjøgnum sansirnar uppliva vit umheimin. Vit síggja, hoyra, lukta, smakka, balansera, føla, og vita hvar vit eru. Ígjøgnum sansirnar leggja vit tilrættis, hvussu vit skulu bera okkum at. Børn sum eru sart, “ikki tola ljós”, “halda seg fyri oyruni”, “sova illa”, ”lukta ov nógvar luktir”, “eru kræsin”, “eru klossut”, “tola ikki nerta við”, “klára ikki miðsavna seg”, kunnu hava trupulleikar, við at leggja tað til rættis, sum tey uppliva, gjøgnum sínar sansir. Børn mennast ymiskt, men tá ið barnið verður tarnað í aktiviteti, læru og trivnaði, tá er tað, at vit skulu blanda okkum uppí. Um tú ivast, um títt barn, er tú vælkomin at seta teg í samband við meg.

Krákufótur

Minnast tit hvussu man ger krákufót? Vit hava roynt okkum í vikuskiftinum – og ergomamman fekk eyguni upp fyri hvussu mennandi hetta spæli ð er. Við hesum spølum verður man varigur við hvønn fingur, eyga/hond samstarvið verður stimbrað, følisansurin bombarderaður og mangt, mangt annað, sum vit royna at stimbra við nýmótans spølum :) So eg haldi avgjørt at vit skuldu fingið hesi spøl innaftur í barnsins gerandisdag.

Í bø eg gangi

- stimbra fínmotorikkin -  farið og henti  blómur - hetta stimbrar bæði greb og kraftina í hondini. eyga/hond samstarvið verður stimbra, tí vit eru noydd til at hyggja eftir, hvar hondin fer.  Vit mugu hyggja eftir, um hon tekur í tí blómuna vit hava valgt. Húðsansuin verður eisini stimbraður,   tí vit merkja blómurnar og grasið luktisansurin og eygað verður eisini stimbra  og vit fáa eitt ❤ sum verður í góðum lag.   Í bø eg gangi tá blómur spretta,  eg gleðist yvir at skjótt er vár –  tá kemur til mín ein lítil genta,  ein søtur ungi um fimm seks ár.  Hon sóljutyssi í hondum hevur,  tann fyrsta heilsan frá vársins tíð,  hon møtir mær sum ein vin, hon kennir,  so hjartans fegin hon smílist blíð. Hon spyr meg barnsligt, um eg vil fá tær,  hon hevur heintað tær stutt herfrá,  og um eg vil,  so bert fegin tak tær,  tvey eygu siga so klár og blá.  So stóru gávu ei nakar gav mær,  sum hendan hondin við boð um vár,  eg