At skilja atburðin, hjá okkara børnum, krevur ofta nógv - tí atburðurin hjá okkum øllum, hongur saman við sansunum. Ígjøgnum sansirnar uppliva vit umheimin. Vit síggja, hoyra, lukta, smakka, balansera, føla, og vita hvar vit eru. Ígjøgnum sansirnar leggja vit tilrættis, hvussu vit skulu bera okkum at. Børn sum eru sart, “ikki tola ljós”, “halda seg fyri oyruni”, “sova illa”, ”lukta ov nógvar luktir”, “eru kræsin”, “eru klossut”, “tola ikki nerta við”, “klára ikki miðsavna seg”, kunnu hava trupulleikar, við at leggja tað til rættis, sum tey uppliva, gjøgnum sínar sansir. Børn mennast ymiskt, men tá ið barnið verður tarnað í aktiviteti, læru og trivnaði, tá er tað, at vit skulu blanda okkum uppí. Um tú ivast, um títt barn, er tú vælkomin at seta teg í samband við meg.
Kommentarer
Send en kommentar